U17-menn: Sigur og javnleikur

Føroysku U17-menninir hava spælt seg í eina góða støðu í millumumfarinum í European Open í dag. Við 31-27 sigri á Litava og 27-27 javnleiki móti Noreg liggja Føroyar fremst í bólkinum. Vinna Føroyar dystin móti Belgia í morgin, vinna Føroyar bólkin og koma at spæla í Scandinavium um 9. plássið í European Open.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum í millumumfarinum var í morgun móti Litava, sum eisini gjørdist nummar trý í sínum bólki. Dystirnir í millumumfarinum eru 2×25 min. Dysturin var tættur fyrra í hálvleiki og fóru liðini til steðgin við 15-15. Í seinna hálvleiki sást, at Føroyar høvdu fleiri streingir at spæla uppá, og løgdu okkara seg fram um um miðjan hálvleikin. Óhepni í skotstøðum og fleiri útvísingar gjørdi, at okkara ikki fingu lukka dystin heilt fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men eydaðist hetta tíbetur. Fyri Føroyar var Rúnar Hammer serliga eyðsýndur við sínum frálíka mann móti mann spæli og kom hann ferð eftir ferð í gjøgnum ella spældi sínar viðleikarar fríar.

Seinni dysturin í dag var móti Noreg. Norðmenn vóru omaná í fyrra hálvleiki og funnu teir væl hvønn annan, høvdu góð langskot og gott strikuspæl. Okkara runnu aftaná og riggaði verjuspælið ikki heilt. Noreg var frammanfyri 16-12 í hálvleikinum. Noreg byrjaði eisini betri í seinna hálvleiki og vóru eitt skifti frammanfyri við 6 málum. Okkara ernaðust tó seinastu løtuna og verjan stóð betri saman við Bjarna Jacobsen í málinum, sum fór at taka. Okkara hálaðu inn og endaði dysturin 27-27, sum kann verða nokk til at okkara vinna bólkin, um Føroyar vinna á Belgia í morgin árini kl. 8, føroyska tíð.

Komandi dystir hjá Føroyum:
Hósdagin kl. 8.00 Belgia – Føroyar (Valhalla B)
Fríggjadagin plaseringsdystur
Allar tíðir eru føroyskar. Dystirnir kunnu stroymast á ehfttv.com. Sí annars úrslit, støður og alt um kappingina her: M17 European Open (eurohandball.com)

Málskjúttar Litava – Føroyar
Jákup Egholm 9
Rúnar Hammer 9
Magnus Árason 3
Lýðar í Dímun 3
William Djurhuus 2
Filip Haldansen 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Helgi Haldórsson 1
Torkil Dahl 1

Málskjúttar Føroyar – Noreg

Jákup Egholm 7
Rúnar Hammer 5
Magnus Árason 4
Fríði Holm í Innistovu 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Haraldur Karlsson 2
Lýðar í Dímun 1
Magnus Rubek Carlsen 1
Filip Haldansen 1
Jón Midjord 1



Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

9. februar 2026

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Frótt er høvur á fullum maga

9. februar 2026

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Ítróttafagnaður 2025

9. februar 2026

Hjartaliga til lukku tit øll! Vit eru so errin av tykkum øllum. Takk fyri tykkara áhaldni og ótroyttuligu orku til hondbóltin.

Ein loysn frá Sendistovuni