U17-menn: Júst ov stuttur til meginumfarið

Ísrael hevði betri málmun og tískil komu teir víðari saman við Spania til meginumfarið. Føroyar spældu javnt 17-17 móti Ísrael og taptu 22-17 fyri Spania í dag. Føroyar skulu tískil spæla um plássini 9-20.

Føroyar spældu ein góðan og tættan dyst móti Ísrael seinnapartin, sum endaði 17-17, eftir at Ísrael var frammanfyri 8-6 í hálvleikinum. Talan er um ein góðan árgang hjá Ísrael og høvdu teir vunnið størri sigrar enn Føroyar á Hollandi og Finnlandi. Liðini fylgdust allan dystin, og var munurin ongantíð størri enn tvey mál. Fyri tað mesta var Ísrael omaná, men høvdu okkara eisini leiðsluna í løtum. Ísrael var frammanfyri seinastu 5 minuttirnar, men komu okkara væl aftur, og javnaði dagsins leikari, Jákup Egholm, í seinastu sekundunum. Jákup skeyt heili 10 av teimum 17 málunum hjá Føroyum.

Javnleikurin móti Ísrael merkti, at Føroyar skuldu hava minst eitt stig móti Spania í kvøld, tí Ísrael hevði betri málmun enn Føroyar. Okkara kempaðu væl og spældu upp við Spania langt inn í seinna hálvleik, men stóri munurin á liðunum í dag var, at okkara brendu ov nógvar málmøguleikar avgerandi løtuna í seinna hálvleiki og hartil fingu føroysku málverjarnir als ikki fatur á sponsku skjúttunum.

Føroyar skulu nú spæla um plássini 9-20 og spæla millumumfar miku- og hósdagin. Føroyar eru í bólki saman við Litava, Noreg, Belgia, Hollandi og Finnlandi. Við sigrunum á Hollandi og Finnlandi fáa okkara 4 stig við í millumumfarið.

Komandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Mikudagin kl. 8.00 Litava – Føroyar (Lundénhallen)
Mikudagin kl. 18.30 Føroyar – Noreg (Valhalla B)
Hósdagin kl. 8.00 Belgia – Føroyar (Valhalla B)
Allar tíðir eru føroyskar. Dystirnir kunnu stroymast á ehfttv.com. Sí annars úrslit, støður og alt um kappingina her: M17 European Open (eurohandball.com)

Málskjúttar Føroyar – Ísrael
Jákup Egholm 10
Fríði Holm í Innistovu 2
Jón Midjord 2
Magnus Rubek Carlsen 1
Lýðar í Dímun 1
Rúnar Hammer 1

Málskjúttar Føroyar – Spania
Jákup Egholm 7
Magnus Árason 4
Rúnar Hammer 3
Lýðar í Dímun 1
Haraldur Karlsson 1
Jón Midjord 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni