U17-menn: Frálík byrjan

Føroyska U17-mennirnir hava fingið eina góða byrjan uppá European Open við tveimum sigrum í dag. Í morgun vunnu Føroyar 14-12 á Finnlandi og seinnapartin 24-18 á Hollandi.

Leikt verður 2×20 min. í innleiðandi dystunum og tískil eru heldur færri mál.

Dysturin móti Finnlandi í morgun var merktur av, at bæði liðini líka skuldu finna seg til rættis. Spælið var trilvandi og vóru nógvar villir og brend skot frá báðum liðum. Tað var tó skjótt greitt, at føroyska liðið hevði fleiri streingir at spæla uppá og vunnu okkara seg nøkur mál fram um. Verjan stóð væl saman við Torkil Skála í málinum og fingu finnlendingar bert trý mál í fyrra hálvleiki. Hálvleikstøðan var 8-3 til Føroyar. Finnlandi hálaði nøkur mál inn á Føroyar seinastu løtuna, men var sigurin ongantíð í vanda og fingu venjararnir flestu leikarar í spæl.

Hóast størri sigur í seinna dystinum, sum var móti Hollandi, so var talan um væl betri mótsstøðu. Hollendingar vóru størri og skutu væl útifrá. Føroyska liðið leikti tó ein fínan dyst, verjan stóð betri og betri í leypi av dystinum og stóð Bjarni Jacobsen sera væl í málinum. Í álopinum gjørdi Rúnar Hammer um seg mann móti manni og vóru vengurnir báðir, Jákup Egholm og Magnus Árason tryggir. Føroyar vann dystin 24-18, eftir at okkara vóru frammanfyri 12-10 í hálvleikinum.

Málskjúttar Føroyar – Finnland:
Jákup Egholm 5
Magnus Árason 5
Rúnar Hammer 1
Fríði Holm í Innistovu 1
Filip Haldansen 1
Jón Midjord 1

Málskjúttar Føroyar – Holland:
Magnus Árason 7
Jákup Egholm 6
Jón Midjord 4
Rúnar Hammer 3
Fríði Holm í Innistovu 2
Filip Haldansen 2

Føroyska EM-ævintýrið er av

21. januar 2026

Talan gjørdist um eitt svárt og tepurt tap fyri Slovenia, 30-27. Harvið er EM-endaspælið av fyri Føroyar, tá Sveis hevði betri málúrtøku enn Føroyar og harvið fóru víðari til meginumfarið sum nummar 2 í bólkinum.

Gandakent í Oslo

18. januar 2026

Eitt søguligt kvøld í norska høvuðstaðnum, har Føroyar vundu burturúr Montenegro og vunnu heili 37-24, eftir at Føroyar vóru á odda 19-12 í hálvleikinum. Ongantíð fyrr er tílíkur rómur sæddur á føroysku áskoðaraplássunum.

Rutsjibani og EM-drama í Oslo

17. januar 2026

Føroyar spældu fyri tað mesta ein rimmar dyst og vóru á odda 19-13 góðar 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Málturkur í 10 minuttir loyvdi tó sveisarum innaftur í dystin, og lá dysturin til Sveis seinastu løtuna. Ein bjarging og mál í seinastu sekundunum bjargaði tó einum stigi. Dysturin endaði 28-28.

Ein loysn frá Sendistovuni