Elias toppskjútti og besta miðja í HM

U21 HM-endaspælið er av og gjørdust Føroyar sum kunnugt nummar 7 av 32 liðum í kappingini. Sum vanligt, var eitt all-star lið valt fyri kappingina.

Besta miðja í kappingina var kosin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann var eisini toppskjutti í kappingini við 55 málum, ájavnt við Naoki Fujisaka hjá Japan. Elias hevði eisini 48 fríspælingar (assists) í kappingini, heili 13 meir enn tann næsti í røðini.

All-star liðið sær soleiðis út:
MVP (Most valuable player) Nils Lichtlein, Týskland

Málverji: David Späth, Týskland
Vinstri vongur: Pedro Oliveir, Portugal
Vinstri bakkur: Milos Kos, Serbia
Miðja: Elias Ellefsen á Skipagøtu, Føroyar
Høgri bakkur: Zoran Ilic, Ungarn
Høgri vongur: Kristófer Máni Jónasson, Ísland
Strika: Justus Fischer, Týskland

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni