Nú byrjar European Open

Komandi vikuna skulu føroysku U17-mennirnir kappast í European Open, sum verður leikt í Gøteborg.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Ísrael, Finnlandi og Hollandi.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mánadagin 3. juli
Kl. 09.00 Føroyar – Finnland
Kl. 14.30 Holland – Føroyar

Týsdagin 4. juli
Kl. 13.30 Ísrael – Føroyar
Kl. 19.30 Føroyar – Spania

Mikudagin og hósdagin verða millumumførini leikt og plaseringsdystir fríggjadagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal upprætta sær ein brúkara.

Hesir manna U17-landsliðið:

Málverjar:
Torkil Skála, ÍA
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:
Magnus Árason, Neistin
Magnus Rubek Carlsen, H71
Filip Haldansen, VÍF
Jón Midjord, H71
Villiam Napoleon Djurhuus, H71
Brian Eyðfinnson, Neistin
Jákup Egholm, H71
Helgi Halldorsson, H71
Torkil S. Dahl, VÍF
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andrias Lamhauge, Ajax København
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Ajax København
Fríði í Innistovu, VÍF

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni