U21-menn: Sigur og sjeynda pláss

U21 HM-endaspælið í Týsklandi er av og endaðu Føroyar á einum flottum sjeynda plássið eftir 31-27 sigur á Kroatia í seinasta dystinum. Hálvleiksstøðan var 16-14 til Føroyar.

Kroatia byrjaði dystin betri og vóru frammanfyri fyrru helvt av fyrra hálvleiki. Eftir hetta fekk føroyska verjan betri fatur saman við Aleksandar Lacok í málinum, og vunnu okkara seg fram um við tveimum málum. Hálvleiksstøðan var 16-14 til okkara.

Føroyski venjarin loyvdi fleiri av leikarunum framat í hesum dystinum, sum ikki høvdu spælt so nógv í kappingini og tóku hesir væl og virðiliga av. Óli Mittún stjórnaði føroyska álopinum, saman við bakkanum Róa á Skipagøtu, Bjarna í Selvindi og Kristoffur Bjørgvin. Hetta hepnaðist væl og komu strikan Kristian Jensen, vengurnir Bogi Hansen og Pauli Høj eisini væl í spæl og fingu fleiri mál. Føroyingar hildu tvey-málsleiðsluna allan seinna hálvleik og øktu upp í fýra seinastu 5 minuttirnar.

Eftir dystin var Bjarni í Selvindi kosin besti leikari. Bjarni spældi ein góðan dyst, serliga fyrra hálvleik.

Føroyar endaðu hervið á einum flottum 7. plássið av 32 liðum í HM-endaspælinum. Føroyar vunnu 5 teir fyrstu dystirnar, fyri síðani at tapa tveir og sigra í seinasta. Úrslitini vóru hesi:

Føroyar – Angola 34-21
Føroyar – Japan 39-34
Føroyar – Spania 34-31
Føroyar – Brasil 33-27
Føroyar – Portugal 27-19
Føroyar – Serbia 27-30
Føroyar – Danmark 23-26
Føroyar – Kroatia 31-27

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 4-5
15 min. 7-9
20 min. 10-11
25 min. 13-12
30 min. 16-14
35 min. 19-17
40 min. 23-21
45 min. 25-22
50 min. 27-25
55 min. 28-26
60 min. 31-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Óli Mittún 4
Kristoffur Bjørgvin 4
Kristian Jensen 4
Bogi Hansen 4
Pauli Høj 4
Bjarni í Selvindi 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 3
Ovi Lützen 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 26 %

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni