U18-menn tryggan sigur á Noreg

Føroysku U18-menninir vunnu í kvøld trygt 28-25 á Noreg í Høllini á Hálsi. Hálvleiksstøðan var 17-1o til Føroyar.

Hetta er fyrsti landsdystur hjá U18-landsliðnum og liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Montenegro, sum verður í august 2022. Ilt er altíð at spáa um styrkina á einum landsliðið áðrenn fyrsta dyst, og hvar liðið flýtur í mun til hini londini. Hesir vístu so dyggiliga, at teir hava dygdir á sama støði, sum nógv umrødda U19-landsliðið, sum er ein árgang eldri enn teir.

Føroyska liðið spældi sum eitt lið frá byrjan, har allir bjóðaðu inn. Verjan stóð væl og fingu okkara mál frá øllum plássum. Tað vóru heili 11 ymiskir málskjúttar í dystinum. Tað óvanliga við hesum liðinum, í mun til nógv onnur føroysk lið, er at leikararnir eru rættiliga høgir.  Miðverjan við Ísak Vedelsbøl og Markus Bramsen liggur um 195 cm og stóðu teir sera væl saman í dag saman við Róki Ziskason. Í málinum stóð Aleksandar Lacok sera væl allan fyrra hálvleik og hevði fleiri framúr bjargingar.

Liðini fylgdust fyrstu 15 minuttirnar av dystinum, tá støðan var 6-5 til Føroyar. Hareftir hevði føroyska liðið helst sína bestu løtu í dystinum og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 17-10 til Føroyar. Óli Mittún og Rókur Ziskason var eyðsýndir í føroyska álopinum og vóru sjálvir vandamiklir og spældu væl upp til vengurnar Óla Jákup Gaard Olsen og Tróndur Johnson, sum vóru tryggir í skotunum. Í verjuni var serliga Ísak Vedelsbøl eyðsýndur.

Føroyska liðið byrjaði væl í seinna hálvleik og til 20-11, áðrenn norðmenn svaraðu aftur. Føroysku venjararnir Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen skiftu væl út og komu allir leikararnir á vøllin, hetta uttan at hetta nervaði støðið á liðnum. Dysturin var so at siga avgjørdur 10 minuttir fyri leiklok, tá støðan var 24-16. Føroyska liðið var nakað sløsut seinastu 5 minuttirnar og loyvdi hetta norðmonnum, at minka um munin niður í trý mál.

Liðini hittast aftur leygardagin kl. 18.00 í Høllini á Hálsi. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rókur Ziskason 8
Óli Mittún 5
Trúgvi Hávardsson 3
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Helgi Poulsen 2
Tróndur Johnson 2
Niklas Gaard 1
Rói Haldansen 1
Sofus í Selvindi 1
Ísak Vedelsbøl 1
John Vilhelm Skaalum 1

Dystargongin:
5 min. 2-1
10 min 4-2
15 min 6-4
20 min 10-6
25 min 14-7
30 min 17-10
35 min 19-11
40 min 20-14
45 min 22-14
50 min 24-16
55 min  26-19
60 min 28-25

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.