Landsdystir uttan áskoðarar

Vegna koronatilmælini verða eingir áskoðarar til U18-landsdystirnar millum Føroyar og Noreg. Dystirnir kunnu tó stroymast.

Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo fyri 39 kr., ella ein kann keypa sær mánaðar- ella árshald.

Tað er sera ómakaleyst at gera sær ein brúkara her:
U17 Menn: Venjingardystur 4/11 kl. 19.30 Føroyar – Noreg | HSF.live

Trýst á “Get Access Now” um tú ert nýggjur brúkari.

Dystirnir byrja hósdagin kl. 19.30 og leygardagin kl. 18.00.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni