U20 ávegis til EM-kapping

U20 landsliðið við monnum er í dag farið av landinum. Teir skulu taka lut í EM-kapping í Skojpe í Makedonia.

Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Litava fríggjadagin.

U20 menninir hava vant dúgliga seinastu mánaðirnar. Teir, ið manna liðið, eru menn í bestu føroysku deildini og tveir garpar, ið eisini vóru á U21-landsliðnum, sum var til HM-endaspælið í Algeria í fjørsummar. Høvuðsvenjari er Mark Lausen-Marcher og hjálparvenjari er Hjalmar Klein Olsen.

Til ber at fylgja U20 landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U20 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.

Landsliðshópurin:
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Aron Kallsberg Jacobsen, Team Klaksvík
Ólavur av Fløtum Mittún, Kyndil
Tróndur Wardum, Kyndil
Bartal Klein Olsen, Kyndil
Jóni Guttesen Viderø, Kyndil
Leivur Mortensen, H71
Vilhelm Poulsen, H71
Niklas Højgaard Hanusarson, H71
Bergur Ákason, H71
Petur Dahl, H71
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Agga í Garðastovu, VÍF
Hallur Arason, VÍF
Høgni Zachariassen, Neistin
Djóni Jansson Petersen, STÍF 

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni