U20-menn: Uppá hangandi hár

Hóast Føroyar vóru við at missa dystin í seinna hálvleiki, so eydnaðist tað akkurát at knúgva Sveis, 30-29, eftir at Føroyar vóru sannførandi á odda í hálvleikinum 21-15.

Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar. Tað gekk væl hjá føroyingunum at fáa mál, og høvdu okkara eitt høgt skoringsprosent í fyrra hálvleiki á 83%. Hinvegin stóðu verjan og málverjarnir ikki væl fyrstu løtuna. Sveisara skoraðu so at siga hvørja ferð og vóru ongar bjargingar. Okkara byrjaðu í 5-1 verju, men sýntist hetta at geva ov nógv pláss á bakkunum. Hetta batnaði tó nakað um miðjan hálvleik. Føroyar fóru at verja 6-0 og Torstein Sivertsen kom inn í føroyska málið og hevði nakrar bjargingar. Við hesum komu Føroyar fram um við nøkrum málum, samstundis sum sveisarar eisini gjørdu fleiri villur. Sveisarar royndu um miðjan hálvleik at mansverja Óla Mittún, sum hevði gjørt 5 mál fyrstu 15 minuttirnar, men loystu okkara hetta væl við at spæla 7-6. Aleksandar Lacok kom innaftur í føroyska málið og bjargaði hann eisini tveimum brotskøstum. Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri 21-15.

Dysturin var ein heilt annar í seinna hálvleiki. Tað gekk heilt illa at fáa mál, og fingu okkara bert 9 mál, í mun til tey 21, í fyrra. Verjan hjá Sveis stóð nakað betri, samstundis sum okkara brendu og brendu á sveisiska málverjan, sum spældi seg heitan. Ov nógvir satsaðir bóltar vóru tveittir inn á strikuna, sum sveisarar fangaðu og gav hetta skjót mál í hinum endanum. Okkara royndi at spæla 7 móti 6 í álopinum, men tók hetta eisini ferðina úr føroyska álopsspælinum, har okkara veruliga stríddust. Føroyska verjan stóð tó í løtum væl, og átti Torstein Sivertsein, í føroyska málinum, eisini sín stóra leiklut í at Føroyar hórðaðu undan. Sveisar hálaðu inn allan hálvleikin og javnaðu tveir minuttir fyri tíð. Tíbetur skoraði Trúgvi Hávardsson í seinasta minuttinum og verjan stóð ímóti seinasta álopinum hjá Sveis, har Aleksandar Lacok eisini tók seinasta, pressaða skotið hjá Sveis. Føroyar vunnu 30-29, sum kann vísa seg at blíva ein týdningarmikil sigur í kappingini um at vinna pláss til HM næsta summar.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari hjá Føroyum. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin móti Fraklandi. Hesin dysturin byrjar kl. 15.40 og kann stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Sveis:
5 min. 4-3
10 min. 6-7
15. min. 11-9
20 min. 15-12
25 min. 19-13
30 min. 21-15
35 min. 23-18
40 min. 24-21
45 min. 25-22
50 min. 26-24
55 min. 29-28
60 min. 30-29

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 8 (1)
Trúgvi Hávardsson 5
Jákup Egholm 4
Niklas Gaard 4
Høgni Højsted 3
Ísak Vedelsbøl 2
Rókur Ziskason 2
Høgni Heinason 1
Helgi Poulsen 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 20 min. 3 bjargingar 22%
Torstein Sivertsen 40 min. 10 bjargingar 42%

Skrivstovan stongd

22. juli 2024

Hondbóltssambandið er farið í summarferiu, og er skrivstovan stongd næstu tvær vikurnar til og við 4. august. Átrokandi boð kunnu tó sendast til hsf@hsf.fo. Vit síggjast í nýggja kappingarárinum!

Óli Mittún EM-toppskjútti

21. juli 2024

Sum vanligt til slíkar kappingar, so vóru bestu leikararnir heiðraðir eftir U20 EM-endaspælið í Slovenia. Óli Mittún var toppskjútti í kappingini við 76 málum í 8 dystum.

U20-menn: Endaðu nr. 18

20. juli 2024

Eftir ein fínan fyrra hálvleik, har Føroyar vóru frammanfyri 19-17, mistu okkara takið í seinna hálvleiki, og Sveis vann 35-32. Føroyar endaðu við hesum sum nummar 18 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni