U20-menn: Tepurt fyri Fraklandi

Hóast tap, so spældu Føroyar sum heild ein góðan dyst móti Fraklandi í dag. Dysturin var spennandi til seinasta minutt, men endaði 34-31 til Fraklands, eftir hálvleiksstøðuna 17-14 til Fraklands.

Føroyar byrjaðu við somu uppstilling sum í gjár og gekk tað javnt á fyrstu 25 minuttirnar av fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust og var tað ongantíð meira enn eitt mál á muni hvønn vegin. Føroyar spældu fyri tað mesta væl, álopsspælið var tolið og var tað oftast Óli Mittún, sum hevði seinastu ella næstseinastu hond á. Tað blivu heldur nógvar útvísingar seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik, og gjørdi hetta arbeiðsumstøðurnar truplar í álopinum, har heldur nógvar tekniskar villur og brend skot blivu. Hetta gjørdi at Frakland fór til hálvleiks frammanfyri 17-14.

Føroyar fingu eina trupla byrjan uppá seinna hálvleik og Fraklandi økti uppí 4 mál á muni. 7 móti 6 spælið hjá Føroyaum riggaði til deils, men vóru okkara óneyvir í skotunum. Eisini fingu Føroyar fleiri útvísingar fyrstu løtuna. Eftir leikbrá, har okkara fóru aftur til at spæla við 6 í álopinum, bragdaði aftur. Føroyar høvdu takið, Óli Mittún var flúgvandi og hálaðu okkara inn. Føroyar komu fram um 4 minuttir fyri tíð, men vóru óhepnir seinastu løtuna. Ein ivasom døming, har tað var dømt trok, heldur enn mál og eitt skot á træverki vóru við til at tað koppaði til fransmenn.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari hjá Føroyum. Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin móti Spania. Hesin dysturin byrjar kl. 15.40 og kann stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Frakland – Føroyar
5 min. 2-1
10 min. 4-4
15. min. 6-6
20 min. 9-9
25 min. 12-12
30 min. 17-14
35 min. 20-15
40 min. 22-19
45 min. 24-23
50 min. 29-27
55 min. 29-29
60 min. 34-31

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 13 (6)
Ísak Vedelsbøl 5
Trúgvi Hávardsson 3
Helgi Poulsen 3
Niklas Gaard 3
Jákup Egholm 2
Høgni Højsted 1
Búi D. Poulsen 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 40 min., 11 bjargingar bjargingar, 29 %
Torstein Sivertsen 20 min., 3 bjargingar, 14%

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni