U20-menn: Tryggur sigur á Ísrael

Føroyar lótu ongan iva vera um, at okkara vóru dygdarbetri enn Ísrael. Føroyar stýrdu dystinum frá byrjan og vunnu 36-29, eftir hálvleiksstøðuna 19-14 til Føroyar.

Tað var eyðsýnt frá dystarbyrjan, at Føroyar vildu vísa, at okkara hoyrdu heima hægri í EM-kappingini eftir óhepni lagnuna eftir innleiðandi bólkspælið. Føroyar stýrdu leikferðini og komu fram um 4-0, áðrenn ísraelittar fingu sítt fyrsta mál. Leikferðin var ikki høg, men vælstýrd og komu okkara til góðar kjansir so at siga hvørja ferð. Føroyar skiftu nógv út um miðjan hálvleik og vóru flestu leikarar á vøllinum í fyrra hálvleiki. Hetta ávirkaði rútmuna eitt sindur í føroyska spælinum og vóru heldur nógvi møguleikar brendir ta einum løtuna. Leiðslan var tó hildin, og fóru Føroyar til hálvleiks frammanfyri 19-14.

Ísrael royndi seg við 7 móti 6 í álopinum frá byrjan í seinna hálvleiki og høvdu okkara trupulleikar við flytingunum á strikuni í eina løtu. Ísraelittar komu ov lætt til málini ein løtu, men fingu okkara tíbetur rætta upp og fóru mótstøðumennirnir aftur til 6 móti 6. Í álopinum skoraðu Føroyar nærum hvørja ferð og var leiðslan ongantíð í vanda. Sum heild ein dystur har Føroyar spældu við breiddini og fingu fordeilt orkuna nú tríggir dystir resta í kappingini. Føroyar vunnu 36-29.

Eftir dystin var Jákup Egholm kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jákup gjørdi 5 góð mál uppá 5 royndir av vinstra vongi í dag. Føroysku vengurnir vóru sum heild góðir, har eisini Niklas Gaard og Óla Jákup Gaard Olsen á høgra vongi skoraðu væl við 9 málum sínamillum. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, týsdagin kl. 11.00 móti Ukraina. Allir dystir kunnu stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Ísrael
5 min. 4-0
10 min. 7-3
15. min. 10-5
20 min. 13-7
25 min. 14-9
30 min. 19-14
35 min. 22-17
40 min. 25-19
45 min. 28-20
50 min. 32-23
55 min. 34-25
60 min. 36-29

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 10 (6)
Óla Jákup Gaard Olsen 5
Trúgvi Hávardsson 5
Jákup Egholm 5
Niklas Gaard 4
Helgi Poulsen 3
Ísak Vedelsbøl 1
Høgni Heinason 1
Búgvi Poulsen 1
Tóki Fríðriksson 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 45 min., 8 bjargingar, 29%
Torstein Sivertsen 15 min., 2 bjargingar, 18%

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni