Úrvalsjáttan til U18-landsliðið

Á samkomu í ÍSF-húsinum í dag vóru úrvalspengarnir hjá ÍSF útlutaðir. U18-landsliðið hjá monnum fekk tillutað 300.000 kr í bólki 2.

Tilsamans vóru útlutaðar 1,8 mió. kr og var hetta munandi meira enn undanfarnað ár. Tað er serliga úrslitið í European Open, har Føroyar blivu nr. 1 av 24 liðum, sum ger at liðið kann roknast millum heimsins bestu og harvið fáa lut av úrvalspengunum.

Játtaði peningurin ger, at U18-landsliðið kann fyrireika seg væl til komandi uppgávuna, sum er EM-kappingin í august, sum samstundis er ein undankapping til U19 HM-endaspælið í 2021 og U20 EM-endaspælið í 2022.

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni