Væl eydnaður royndardagur

80 hondbóltsspælarar úr bestu deildini hittust leygardagin til ein sonevndan royndardag, har allir spælarar vórðu kannaðir í lopi, kvikleika, snarrenning og treysti.

Heri Ziska, kropsligur venjari, stóð fyri royndunum. Endamálið var at síggja, hvussu hvør einstakur spælari er fyri kropsliga og hvat spælarin kann arbeiða við, fyri at mennast sum hondbóltsspælari.

Fólk møttu væl útborin til royndardagin, sum byrjaði klokkan tíggju. Umframt at spælarar fingu lagt lunnar undir sína kropsligu menning, fingu tey eisini stuttleika sær við kappingarneytunum.

Byrjað var við CMJ, ið er ein hoppiroynd, sum hevur til endamáls at finna útav, hvussu skjótt spælararin kann menna megi í beinunum. Størri megi gevur hægri lop, spælarin kemur skjótari upp í ferð, hevur lættari við at bróta gjøgnum verjuna og somuleiðis steðga einum álopsspælara. Sterkir, lættir og limalangir spælarar hava fyrimun.

 

Síðan var kvikleiki kannaður, har spælarin skuldi renna og sjey ferðir skifti kós. Ein spælari, ið er kvikur á beinunum, hevur lættari við at snýta verjuna og steðga álopsspælara.

 

Triðja royndin var snarrenning, ið er eitt gott barometur at síggja, hvussu skjótt spælarin kann fara í álop ella renna aftur í verju. Mátað varð á 5, 10, 20 og 30 metrum. Valt varð at seta mátara upp á hesum fýra longdum, fyri at síggja, hvussu skjótt spælarin kemur upp í ferð og hvussu skjótt hann megnar at renna. Spælari við høgari toppferð vil alt annað líka hava lættari við at økja um ferðina eftir fyrstu fimm metrarnar.

 

Tað er ein fyrimunur at hoppa høgt, vera kvikur og renna skjótt, men einki av hesum kemur til sín rætt, um ein spælari ikki er úthaldin, er treystur. Tí var síðsta og fjórða roynd ein YO-YO roynd, har einstaki spælarin skuldi renna 20 metrar aftur og fram við støðugt hægri ferð, uttan at fáa nøktandi hvíld millum renningarnar. Tíðin fyri hvørja renning styttist so hvørt, til ongin spælari megnar at renna teinin innan ásettu tíðina.

Hjá kvinnum tóku bara fimm spælarar lut og tí verða teirra úrslit ikki løgd út.

 

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Ein loysn frá Sendistovuni