Nýggir deildarstuðlar

P/F SMS er nýggjur deildarstuðul í bestu mans- og kvinnudeildini í hondbólti.

Deildin hjá monnum eitur nú Okkara-deildin, meðan deildin hjá kvinnum eitur SMS-deildin.

– Vit vilja fegin stuðla føroyskum ítrótti. Stór menning er farin fram í hondbólti seinastu fáu árini, og vit vilja gjarna gera okkara til, at menningin kann halda fram. Vit hava tí valt at stuðla báðum deildum, og eg haldi, at Okkara- og SMS-deildin klingar væl, sigur Regin Dalsgaard, marknaðarstjóri í SMS-samtakinum.

Kappingarárið hjá Okkara- og SMS-deildini byrjar leygardagin 15. september.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni