Ven saman við landsliðnum

Kvinnulandsliðið savnast komandi viku til venjingar, sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ið vera ávíkavíst 9. og 13. apríl 2025.

Í samband við, at kvinnurnar eru savnaðar í Føroyum í tíðarskeiðinum frá 3. til 8. mars 2025 vilja vit fegin bjóða øllum U8 (fødd árgang 2016) leikarum í Føroyum til eina venjing saman við landsliðnum týsdagin 4. mars 2025.

Venjingin verður í nýggi stórhøllini við Tjarnir, har børnini fáa møguleika at bæði venja saman við landsliðsleikarnum og møguleikan fyri at royna, hvussu tað er at venja á nýggja tjóðarleikvøllinum hjá Føroyum.

Venjing við U8 børnum verður týsdagin, 4. mars 2025, frá kl. 17:30 til 18:30 við Tjarnir. Luttakarar møta kl. 17:15.

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til áðrenn, so vit hava møguleika fyri at skipa eina góða venjing. Meldið til her.

Freistin at melda til er sunnudagin, 2. mars 2025 á miðnátt.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni