Kyndil og H71 eru steypavinnarar 2025

Bæði kyndilskvinnur og H71-menn vóru betri í seinna hálvleiki í sínum dystum og tryggjaðu sær Faxe Kondi steypini 2025. Talan var um dystir í framúr, nýggjum kørmum og metstórari áskoðarafjøld til hondbóltsdyst í Føroyum.

Kvinnudysturin millum Kyndil og Neistin var tættur og spennandi í fyrra hálvleiki. Leikferðin var høg og nógv mál komu fyrstu løtuna. Neistaverjan royndi at steðga Turið Arge við at trakka meira fram, men gav hetta pláss til royndu Bjartu O. Johansen, sum gjørdi 10 mál í dystinum og var kosin dagsins leikari. Kyndil var omaná í seinna hálvleiki, og komu teirra royndir betri til sjóndar. Tær runnu si við og við undan og vunnu at enda 29-23.

H71 er vinnari av Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Í fyrra hálvleiki vóru vestmenningar tó við yvirlutan. Teir lógu eina tonn frammanfyri gjøgnum hálvleikin, men tá komið varð til 30. minuttin stóð 17-17 á máltalvuni. H71 byrjaði tó seinna hálvleik sum eitt óløgi og komu skjótt framum við 6 málum. Men so hálaðau vestmenningar innaftur, og í 53. minutti stóð aftur á jøvnum. Ungi Bjarni Gunnarsson Jacobsen kom í málið hjá vestmenningum og var hann við til at fáa teir innaftur í dystin. Hann var eisin kosin dagsins leikari í dystinum. Hoyvíkingar tóku tó dik á seg aftur, og so dragnaði aftur millum liðini, og endaði dysturin 33-29 til H71.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni