Við kvinnulandsliðnum til Kaunas

Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár. Fyrri dysturin verður í Føroyum í stórhøllini við Tjarnir 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. apríl.

Fyri at geva kvinnunum bestu fortreytir og mest møguligan stuðul, hevði verið gott at fingið so nógvan stuðul heimanifrá, sum til ber. Atlantic Airways fer at flúgva landsliðið beinleiðis til Kaunas í Litava, og har verður eisini pláss fyri fjepparum við á túrinum. Flogið verður til Kaunas úr Vágum fríggjadagin 11. apríl kl. 17.45 og heim aftur mánadagin 14. apríl kl. 14.00, og sølan av ferðaseðlum byrjar týsdagin 25. februar.

Sjálvur dysturin verður spældur í Jonava uml. 30 minuttir frá Kaunas, og skipað verður fyri bussflutningi til og úr Jonava. Atgongumerkini til dystin kosta 80 kr. og kunnu bíleggjast við at senda teldupost til hsf@hsf.fo. Atgongumerkini til heimadystin koma til sølu mándagin 10. mars.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni