Verkstova við Anju Greve

Mikudagin 11. juni verður aftur verkstova fyri fysioterapeutar við viðurkenda danska fysioterapeutinum Anja Greve. Anja hevur verið knýtt at danska hondbóltslandsliðnum hjá monnum í fleiri ár.

Anja hevur vitjað fleiri ferð og hildið verkstovur fyri HSF og verður áherðsla hesuferð á handligar arbeiðshættir og venjingar.

Skrá fyri verkstovuna mikudagin 11. juni frá 16.00 – 22.00

16.00 – 16.30 Vælkoma
16.30 – 18.30 Handligir arbeiðshættir til UE
18.30 – 19.15 Máltíð
19.15 – 20.30 Venjingar til UE
20.30 – 22.00 Handligir arbeiðshættir til herðar + venjingar

Skeiðið kostar 1.000 kr. og verður við Tjarnir. Tilmelding her.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni