Lutakastið til U19 European Open

Í morgin, hósdagin kl. 10.00, verður lutakastið til U19 European Open hjá monnum, sum verður leikt í Gøteborg í døgunum 30. juni til 4. juli. Føroyar eru styrkismettar í triðju røð.

Bert 11 lið luttaka í European Open í ár. Seinastu árini hevur European Open verið fyri U17 hjá monnum og U16 hjá kvinnum, men hevur EHF broytt hetta til ávikavist U19 hjá monnum og U18 hjá kvinnum. Hetta sýnist at hava ávirkað talið av liðum, tí vanliga plagar talið at liggja um 20 lið.

Liðini verða drigin í tveir bólkar og sær styrkismetingin soleiðis út:
Pottur 1: Ísland og Svøríki
Pottur 2: Kroatia og Spania
Pottur 3: Føroyar og Pólland
Pottur 4: Litava og Niðurlond
Pottur 5: Estland og Finnland
Pottur 6: Egyptaland

Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma í hálvfinalurnar, meðan hini liðini spæla plaseringsdystir. Lutakastið kann stroymast her: https://www.youtube.com/live/VbHXZBa4qaM

Føroysku U19-mennirnir skulu til HM-endaspælið í Egyptalandi í august, og er European Open liður í fyrireikingunum til HM.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni