Við Mowi í rygginum fram til 2026

Alifyritøkan Mowi og HSF hava longt stuðulsavtaluna, og verður Mowi sostatt stórstuðul hjá HSF eisini í 2024 og 2025.

Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 10 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum, sum komu inn og vildu stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, hittust herfyri á høvuðsætinum hjá Mowi á Heygsstøð á Strondum, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.

– Hans Jákup Mikkelsen, viðmerkir til nýggja sáttmálan, “at tað hevur verið hugtakandi, at síggja ein felagsskap seta sær høg, framsøkin mál, og at tað við at standa saman og stuðla undir fæ, so ber til at røkka málum innan lutfalsliga stutta tíð. Hetta endurspeglast nú vit kappast við heimsins fremstu hondbóltstjóðir.”

– Gunn Ellefsen viðmerkir, “at HSF leypandi roynir at styrkja um grundvøllin undir felagsskapinum. Hetta er lættari, tá tað gongur væl, meðan tað skal meira arbeiði til, tá ein er ávegis. Mowi hevur verið stuðul hjá HSF nú í 10 ár, og er tað hent ótrúliga nógv hesi árini. Vit vilja gjarna takka fyri góða samstarvið við Mowi og síggja fram til eina spennandi tíð komandi tvey árini.”

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

14. oktober 2024

Nú stundar til at komandi EM-undankappingin hjá monnum byrjar. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

Ein loysn frá Sendistovuni