Víðari saman við Kjølbro heilsølu

Í vár var Kjølbro heilsøla kunngjørd sum ein av sjónligu stórstuðlunum hjá Hondbóltssambandinum. Tann sáttmálin var galdandi fyri 2023, og hava partarnir nú longu gjørt av at leingja samstarvið fyri 2024 og 2025 eisini.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Árni Frederiksberg, stjóri í Kjølbro heilsølu, hittust á Stangavegi í Klaksvík at undirskriva nýggja sáttmálan. Fótbóltsnillingurin hevur eisini sæð góðu úrslitini sum hondbóltslandsliðini hava fingið.  – Føroysku hondbóltur hevur verið sera sjónligur seinastu tíðina og hevur tað gingið støðugt framá, hetta við góðum arbeiðslagi, nærlagni og dugnasemi. At røkka einum EM-endaspæli er eitt bragd, og vilja vit sjálvandi vera við og stuðla.

Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan,  – at hava góðar stuðulsavtalur fyri komandi árini er við til at flyta okkum fram á tryggum grundarlagi. Vit fegnast um at hava stuðlar kring alt landið, har vit standa saman sum tjóð og savnast um landsliðini. Samstundis er tað vert at leggja sær í geyma, at tað er barna- og ungdómshondbólturin, sum er grundalagið undir góðum landsliðum, og har fegnast vit eisini um stóru tilgongdina sum er í norðanøkinum, har sera nógv børn er farin at venja.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni