U21-menn: Breiddin basti Portugal

Føroyar eru enn ósigraðar í U21 HM-endaspælinum. Við framúr verjuspæli basti breiddin á føroysku liðnum Portugal, sum gjørdist nr. 2 til EM-endaspælið í fjør. Føroyar vunnu 27-19, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-10 í hálvleikinum.

Føroysku venjararnir høvdu gjørt av at loyva fleiri av leikarunum, sum ikki høvdu spælt so nógv í kappingini higartil, framat. Hesir tóku veruliga, djarvir og ósmædnir, av møguleikanum. Føroyska liðið stóð serliga væl í verjuni í dag ímóti kviku portugisunum, og aftanfyri stóð Alekandar Lacok sera væl í føroyska málinum. Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Pauli Mittún, Pauli Jacobsen og aðrir profilar á føroyska liðnum komu ikki á vøllin í dag.

Í alopinum byrjaðu okkara eitt sindur varisliga, men spældu seg veruliga upp í leypi av fyrra hálvleiki. Tað vóru serliga Bjarni í Selvindi og Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum løgdu eitt stórt trýst á portugisisku verjuna og samstundis vóru sera skotfarligir. Eisini eyðsýndur á høgra vongi var Bogi Hansen, sum gjørdi 5 mál longu í fyrra hálvleiki, harav tvey vóru brotskøst. Liðini fylgdust fyrstu 10 minuttirnar, men eftir hetta vóru tað okkara, sum komu fram um og øktu fram til hálvleiksstøðuna 15-10.

Okkara vóru ikki líka kaldir fyrstu 5 minuttirnar av seinna hálvleiki. Verjan stóð enn væl, men fleiri feilir og brend skot merktu føroyska spælið. Okkara skoraðu bara tvey mál fyrstu 14 minuttirnar av seinna hálvleiki. Verjan stóð tó senn era væl við Paula Høj sum eittara, og var Aleksandar Lacok stórspælandi í málinum. Glið koma aftur á føroyska álopspælið, har Bjarni í Selvindi hevði fleir langskot, sum sótu sera væl. Føroyar øktu og vunnu trygt 27-19.

Eftir dystin var føroyski málverjin Aleksandar “Sasha” Lacok kosin besti leikari í dystinum. Sasha spældi ein frálíkan dyst og var hann maðurin, sum tók seinasta pippið frá portugisunum seinasta 15 minuttirnar av dystinum. Sasha hevði eitt bjargingarprosent á 38%.

Nú standa tríggir dystir fyri framman í Berlin, har kappast verður um plássini 1 – 8. Hósdagin spæla Føroyar HM fjórðingsfinalu kl. 12.15 móti antin Íslandi, Egyptalandi ella Serbia. Hetta verður avgjørt seinnapartin í dag. Leygardagin eru krossdystir og sunnudagin plaseringsdystir. Allir dystirnir eru í Max-Schmeling-Halle í Berlin. Atgongumerki kunnu keypast á hesari heimasíðuni:
24th IHF MEN’S U21 HANDBALL WORLD CHAMPIONSHIP GERMANY & GREECE 2023! (eventim.de)

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 3-2
10 min. 4-3
15 min. 5-6
20 min. 6-9
25 min. 8-11
30 min. 10-15
35 min. 12-16
40 min. 13-17
45 min. 14-18
50 min. 15-21
55 min. 18-24
60 min. 19-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjarni í Selvindi 8(2)
Bogi Hansen 8 (2)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristian Jensen 2
Pauli Høj 2
Kristoffur Bjørgvin 2
Brian Slyne 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 39 %

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni