Vinkonur uttanfyri vøllin

Á hondbóltsvøllinum eru góðu vinabondini kanska ikki so sjónlig, men tá dysturin er liðugur, gerst skjótt greitt, at U14 genturnar hjá H71 og VÍF eru væl.

Genturnar úr Vestmanna lúta eitt sindur við høvdinum eftir dystin, tí tær taptu fyri gentunum úr Hoyvík í týdningarmikla dystinum um at sleppa í Faxe Kondi finaluna. Lætta lagið kemur kortini skjótt á tær, tí tær vita, at eitt gott kvøld bíðar teimum saman við vinkonunum úr Hoyvík.

Venjarin hjá VÍF, Fredrik Wollan, og venjarin hjá H71, Ann Ellefsen, hava skipað fyri einum hugnavikuskifi í Vestmanna, har genturnar kunnu stuttleika sær saman.

– Tær hava spælt hondbólt móti hvørjari aðrari í nógv ár og eru vorðnar góðar vinkonur. Ann og eg tosaðu tí saman, um vit ikki áttu at skipa fyri onkrum, har dentur var lagdur á hondbólt, samstundis sum genturnar kundu hava tað stuttligt, greiðir Fredrik Wollan frá.

Eftir dystin var hugni fyri allar pengarnar. Tær ótu eina góða máltíð, og fóru síðan í Staðið, ungdómshúsið í bygdini, har tær spældu ymisk spøl, m.a. var ein kareoke kapping á skránni, har allar vístu síni sangkynstur.

Klokkan var farin væl av midnátt, áðrenn ungu hondbóltsleikararnir blundaðu á gólvinum í Missiónshúsinum. Svøvnurin var tó ikki nógvur. Klokkan sjey varð farið upp at venja hondbólt og endað varð við at spæla dyst við blandaðum liðum. Vikuskiftið endaði við at hyggja eftir dysti millum hvonn-liðini hjá feløgunum.

– Hetta var eitt sera væl eydna vikuskiftið við hondbólti og stuttleika, so tað verður heilt sikkurt gjørt aftur eina aðruferð, sigur Fredrik Wollan.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni