Fríkast: 50 dopingroyndir um árið

Í desember fór Anti Doping Føroyar undir egið eftirlit av føroyskum ítróttafólki. Frammanundan hevur verið neyðugt at fáa umboð úr Danmark til Føroya at gera eftirlitið, men tað er ikki neyðugt meira, tí nú hava fimm føroyingar loyvi at gera sokallaðu dopingroyndirnar.

Av somu orsøk verður nú møguleiki at herða eftirlitið og ætlanin er at gera 50 dopingroyndir um árið.

Í Fríkasti hesaferð greiðir Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Anti Doping Føroya m.a. frá, hvussu fyrsta tíðin hevur hildnast og hvussu ítróttafólkini verða vald út. Hygg her. 

Fyri at fáa meira at vita um doping, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Anti Doping Danmark www.antidoping.dk. Har finnur tú eisini dagførda listan yvir heilivág, ið ikki er loyvdur.

Doping og antidoping er altíð tín egna ábyrgd.

U20-menn Stórsigur ímóti Turkalandi

9. juli 2026

Talan var um tvey lið sum skuldu reisa seg eftir tap í gjár. Turkaland hevði verið fyri stórtapi ímóti Sveis, meðan Føroyar taptu tepurt fyri Serbia.

U20-menn: Serbar sigraðu í seinna hálvleiki

8. juli 2026

Hóast framúr flottan fyrra hálvleik, var góða føroyska avrikið ikki nóg mikið at vinna á Serbia.

U16-kvinnur: Vundu burturúr vertunum

3. juli 2026

Føroysku U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst í ársins European Open og vundu burturúr Svøríki, 21-14, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar vinna á Svøríki á kvinnusíðuni. Føroyar gjørdust við hesum nr. 11 av 20 liðum í kappingini.

Ein loysn frá Sendistovuni