Vóna enn at gjøgnumføra kappingina

Starvsnevndin og kappingarnevndin hjá HSF hava seinastu tíðina viðgjørt truplu korona-støðuna í mun til landskappingina. Vónin er enn at gjøgnumføra kappingina og finna FM-vinnarar í bestu deildunum.

Evsta mark fyri at gjøgnumføra kappingina í bestu deildunum er ásett at vera 1. juni. Kappingarnar í barnadeildunum og næstbestu deild vera ikki avgreiddar og vera vinnararnir funnir við sama leistinum, sum er nýttur í Noregi, har rokna verða flest stig vunnin fyri hvønn dyst. Endaspølini í niðaru bólkunum í fremstu deildunum verða heldur ikki leikt.

Fortreytin fyri uppskotinum er,  at feløgini fáa atgongd til hallirnar aftur og kunnu hava regluligar venjingar, og at heilsumyndugleikarnir hava boðað frá, at tað er ráðiligt at kontaktítróttur verður íðkaður.

Arbeitt hevur verið við trimum ymiskum leistum og tíðarrammum, alt eftir nær feløgini sleppa inn í hallirnar aftur:

  1. Hallirnar lata upp aftur 14. apríl 2020
  2. Hallirnar lata upp aftur 1. – 4. mai 2020
  3. Hallirnar lata upp aftur seinni enn 4. mai 2020

HSF kemur at boða frá aftur, so skjótt vit hava fingið nærri boð frá frá landsins myndugleikum.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni