Hesar fara til European Open

Venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið hesar U16-kvinnurnar til European Open, sum verður 1. til 5. juli í Gøteborg.

Málverjar:
Bára Vatnhamar, H71
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Anna Katrina Poulsen, StÍF
Amilia Agnarsdóttir, VÍF
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71
Halla Haldansen, VÍF
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Dinna Lamhauge, Tjaldur
Anna á Borg, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, ÍA
Elinborg Kunoy, Tjaldur
Sára Thorleifsson, VÍF

20 lond luttaka í kappingini og verður leikt í 4 bólkum við 5 liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur A: Týskland, Niðurlond, Sveis, Slovakia, Finnland
Bólkur B: Kroatia, Noreg, Ísland, Føroyar, Litava
Bólkur C: Frakland, Svøríki, Portugal, Pólland, Turkaland
Bólkur D: Ungarn, Rumenia, Kekkia, Spania, Kýpros

Liðini nr. 1 og 2 úr hvørjum bólki koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini 1-8, meðan liðini sum enda nr. 4, 5 og 6 spæla B-endaspæl um plássini 9-20.

Ovast 7 liðini í kappingini vinna pláss í 2025 European Youth Olympics í Skopje Norðurmakedonia.

Landskappingin komin út

26. juni 2024

Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.

Stroymið U18-landsdystir

25. juni 2024

Hósdagin fer U18-landsliðið hjá monnum til Týsklands, har liðið fer at fyrireika seg til EM-endaspælið við trimum dystum í Lübeck.

U17-kvinnur skulu til EM2025

24. juni 2024

Tað er nú greitt, at U17-kvinnurnar hjá Føroyum skulu til EM-endaspælið í juli/august 2025 í Montenegro. U17 eru gentur føddar í 2008 og 2009.