Kunning frá dómaranevndini

Í samband við dystin millum Neistan og VÍF í Burn deildini tann 11. oktober 2020, ger venjarin hjá VÍF samrøðu við KVF beint eftir dystin. Í samrøðuni úttalar venjarin hjá VÍF seg niðurgerandi um føroyskar dómarar og dómaraborðið, og hetta heldur dómaranevndin er sera óheppið. Eisini sýndi venjarin hjá VÍF ósømiligan atburð við dystarenda.

HSF ynskir í hesum sambandi at heita á venjarar, leikarar og onnur avvarðandi um at kenna sær hógv eftir dystir, millum annað tá ið tey verða biðin um at úttala seg til fjølmiðlar.

Dómaranevndin viðurkennir talufrælsið, men vil samstundis vísa á, at venjarar eru leiðarar og fyrimyndir og setur óhóskandi málburður og umrøða okkara ítrótt og dómarar í ringt ljós.

Dómaranevndin hevur í slíkum føri heimild til at vísa tílíkan atburð og útsagnir til aganevndina til viðgerðar. Í nevnda føri hevur dómaranevndin heitt á VÍF um at tryggja, at hetta ikki endurtekur seg. Dómaranevndin ger ikki meira við málið.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.