Dragan Brljevic nýggjur kvinnulandsliðsvenjari

Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022.

Dragan Brljevic er 56 ár og er úr Kroatia. Dragan Brljevic hevur í mong ár búð í Svøríki, har  hann upprunaliga kom sum elituspælari. Síðani 2010 hevur hann staðið á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini. Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini. Dragan hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar. Hann gjørdist liðugur við sína EHF Master Coach-útbúgving í summar. Dragan er komin til Føroya sum venjari hjá besta mans- og kvinnuliðnum hjá Kyndli.

– Eg havi havt møguleikan at síggja flestu kvinnuleikararnir í dysti og eg síggi stórar menningarmøguleikar í teimum. Eg gleði meg til eina spennandi uppgávu og fara vit serliga at leggja dent á einstaklingamenning. Vit koma at arbeiða langskygt og eg gleði meg til fyrstu venjingarnar, sigur Dragan Brljevic.

– Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um nýggja sáttmálan. Dragan hevur verið stutt í Føroyum, men hava dygdir hansara longu verið eyðsýndar. Dragan hevur góðar og drúgvar royndir og eru hugsarnir hansara um hondbólt og menning í trá við okkara hugsjónir í HSF.

Dragan byrjar í starvinum 1. november ella so skjótt arbeiðsloyvið er komið uppá pláss.

Kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping 4. – 5. desember móti ávikavist Sveis og Hvítarusslandi. Dystirnir verða í Minsk í Hvítarusslandi.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni