Lýsing eftir málverjamennara

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til eitt nú verjupartin í spælinum. Ásannandi tørvin at stimbra og menna málverjaumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF eftir einum málverjamennara.

Starvið
Yvirskipaða uppgávan hjá málverjamennaranum verður at samskipa, menna og arbeiða við átøkum/tiltøkum, sum styrkja um málverjapartin í føroyskum hondbólti bæði nú og serliga frameftir.

Í hesum sambandi eru fleiri ítøkiligar uppgávur, m.a.:

  • At vera partur av leikaramenningini hjá HSF, og hava ábyrgd av málverjapartinum,
  • At skipa fyri málverjaskeiðum, bæði fyri málverjar og málverjavenjarar,
  • At seta í verk eina skipaða málverjavenjing, og savna saman málverjavenjingar,
  • At vegleiða og hjálpa feløgunum í sambandi við málverjavenjingar,
  • At leggja lunnar undir eitt mennandi umhvørvi fyri málverjar og málverjavenjarar.

Málverjamennarin skal skipa arbeiðið í samstarvi við ítróttarstjóran hjá HSF. Arbeiðistíðin er á leið 8 tímar um vikuna, men kann hetta vera skiftandi alt eftir, hvat virksemi er á skránni.

Starvið verður skipað og lønt eftir avtalu innanfyri karmarnar fyri ítróttasamsýning.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Tað er týdningarmikið, at tú brennir fyri málverjapartinum, ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga. Royndir innan málverjupartin er eitt krav, antin sum málverji ella málverjavenjari.

Umsókn og nærri kunning
Umsóknir kunnu sendast til mark@hsf.fo, í seinasta lagi 12. mai 2024. Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við ítróttarstjóran hjá HSF, Mark Lausen-Marcher, tlf. 231981, teldupostur mark@hsf.fo.

Eitt mál ov stuttir

12. mai 2024

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta mugu vit ásanna eftir 34-26 tapið fyri Norðurmakedonia í kvøld. Føroyar vóru sostatt eitt mál frá einum møguligum HM-endaspælið. Norðurmakedonia vinnur, 61-60 tilsamans, yvir teir tveir dystirnar.

Faxe Kondi heldur fram

10. mai 2024

Týsdagin var nýggjur sáttmáli millum Hondbóltssamband Føroya og P/F Poul Michelsen undirskrivaður um Faxe Kondi kappingina.

Høllin á Hálsi var okkara

9. mai 2024

Frammanfyri einari fantastiskar áskoðarafjøld gjørdi manslandsliðið væl og virðiliga sína skyldu og vunnu ein fantastiskan, 34 – 27, sigur á Norðurmakedonia í fyrra HM play-off dystinum. Nú bíðar avgerðandi dysturin um HM-plássið komandi sunnudag í Skopje.