U18-menn: Gjørdu einki við Portugal

Hóast portugisar ikki vóru ræðandi, so sýntist tankarnir longu vera við avgerandi dystirnar í morgin og leygardagin, tá HM-plássini verða avgjørd. Ávísir leikarar, sum hava spælt nógv í kappingni vóru partvís hvíldir og høvdu okkara ilt við at finna rútmuna í dag. Føroyar taptu greitt, 36-27, fyri Portugal. Hálvleikstøðan var 22-13.

Føroyar byrjaðu dystin við 7 móti 6 í álopinum og var leikferðin lá. Hetta trýsti, annars offensivu portugisisku, verjuna aftur og gav málmøguleikar. Tíverri vóru eisini nógvar villur í álopinum og vóru flestu portugisisku málini skotin í tómt mál fyrstu løtuna. Dysturin gekk tó javnt á fyrstu 15 minuttirnar, hareftir tað vóru portugisar, sum vunnu seg fram um. Verjan haltaði og fekk ikki fatur rykkunum á strikuni. Portugisar komu lætt til málini vóru frammanfyri heili 22-13 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var tættari og endaði javnur. Fleiri føroyskar útskiftingar vóru gjørdar í hálvleikinum og bleiv álopsspælið eisini nakað hvassari. Verjan hevði tó enn trupulleikar og vóru okkara ongantíð nær við at fáa spenning í dystin. Dysturin endaði 36-27 til Portugal.

Eftir dystin var føroyski spælskiparin, Fríði Holm í Innistovu, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Fríði var hvassast í føroyska álopinum í dag, og var hann eisini toppskjútti við 7 málum. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, fríggjadagin, móti nr. 3 í miðumfarinum í bólki I. Tíðspunktið kemur út í kvøld . Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)

Dystargongdin Portugal – Føroyar
5 min. 2-2
10 min. 5-6
15. min. 11-9
20 min. 14-12
25 min. 19-13
30 min. 22-13
35 min. 23-14
40 min. 27-17
45 min. 29-18
50 min. 31-22
55 min. 33-24
60 min. 36-27

Málskjúttar hjá Føroyum:

Fríði Holm í Innistovu 7
Magnus Árason 3
Helgi Haldórsson 3
Lýðar í Dímun 2
Filip Haldansen 2
Erling Erlendsson 2
Haraldur Karlsson 2
William N. Djurhuus 2
Pauli Rasmussen 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Jákup Egholm 1
Rúnar Hammer 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 20 min., 5 bjargingar, 36%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 40 min., 6 bjargingar, 20%

Venjaraskeið

11. september 2024

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, er HSF farið undir tilgongd saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, at skipa eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

9. september 2024

Komandi mikudag, tann 11. september kl. 12.00, koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin Føroyar – Kosovo til sølu. Atgongumerkini koma til sølu á atgongumerki.fo og kosta 150 kr.

Kvinnulandsliðið úttikið

6. september 2024

Nú byrja fyrireikingarnar til EM-endaspælið av álvara. Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikarar til venjingar og tveir vinardystir móti Slovakia í tíðarskeiðnum 22. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni