Venjaraskifti hjá kvinnunum

Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvinum.

Tað verður fyribils Sonni Larsen, sum tekur við starvinum og kemur at standa á odda fyri liðinum restina av EM-undankappingini. Finnur Hansson heldur fram sum hjálparvenjari. Sonni var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021 og leiddi liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar.

Føroysku kvinnurnar hava 4 dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars spæla kvinnurnar úti- og heima móti Eysturríki og í apríl heima móti Rumenia og úti móti Danmark.

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Dystarblusa í triðja liti

4. november 2026

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur.

Ongin søla við dyrnar!

3. november 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Ein loysn frá Sendistovuni