25-21 tap fyri Ukraina

Føroyska manslandsliðið var leingi við í dystinum móti Ukraina, sum endaði 25-21 til Ukraina, eftir 15-13 í hálvleikinum.

Føroysku menninir spældu upp móti Ukrainum í 50 minuttir, men høvdu ov stór útfall í løtum. Serliga var tað í tíðarskeiðnum millum 40-50 minuttir, at tað stóð heilt stilt í álopspartinum.

Føroyska liðið byrjaði heldur trilvandi og brendu nøkur skot, umframt brotskast, og komu afturum 7-3. Okkara spældu seg tó spakulig inn í dystin, verjan stóð væl, Nicholas Satchwell fann nakrar bjargingar fram, Peter Krogh skeyt nøkur góð mál og fóru okkara til hálvleiks við støðuni 15-13 aftanfyri.

Byrjanin av seinna hálvleiki var góð. Verjan stóð væl og vunnu okkara seg upp á 15-15 eftir 37 minuttir, og 17-17 eftir 39 minuttir. Nú kom tó púra stígur í álopið hjá Føroyum og kontraspælið riggaði als ikki. Verjan stóð stinn, men skoraðu okkara ikki í 10 minuttir, og tað var her at dysturin var taptur. Okkara hálaðu tó nakað mál inn aftur og var støðan 22-20 eftir 54 minuttir, men vóru fleiri marginalar ikki við okkara hesa seinastu løtuna og Ukrainar vunnu 25-21.

Talan var um eitt góðkent avrik av okkara. Til samanberingar taptu okkara 30-19 í Kiev í 2019. Hákun West av Teigum fekk sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri A-landsliðið og gjørdi tað sera gott. Hann spældi allan seinna hálvleik og skorði trý mál uppá tríggjar royndir. Somuleiðis fekk Filip Jojic sínar fyrstu minuttir í hvítu troyggjuni og gjørdi tvey mál.

Føroyska liðið spælir aftur fríggjadagin í Brno í Kekkia kl. 19.15 og aftur sunnudagin í Høllini á Hálsi kl. 18.00 móti Ukraina

Málskjúttar hjá Føroyum í dag:
Jónas Gunnarsson Djurhuus 4, Kjartan Johansen 3, Hákun West av Teigum 3, Helgi Hildarson Hoydal 3, Peter Krogh 3, Filip Jojic 2, Vilhelm Poulsen 1, Rói Berg Hansen 1, Allan Norðberg 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni