Strilti móti Sveis

Føroysku kvinnurnar taptu eisini seinna HM-undandystin í Minsk. Føroyar taptu í dag 26-18 fyri Sveis, eftir 14-11 í hálvleikinum.

Av hálvleikunum var hin fyrri betri í dag. Føroyska liðið spældi hampuliga væl upp við sveisisku kvinnunum at byrja við. Meira ferð var í álopsspælinum í dag, í mun til í gjár, og komu okkara eisini til betri málmøguleikar at byrja við. Tá 10 minuttir vóru leiktir, var bara eitt mál á muni, 5-4 til Sveis. Um miðjan fyrra hálvleik vóru okkara heldur óansnar við bóltinum, brendu illa og tveittu burtur. Hetta gjørdi, at Sveis kom framm um 10-5 eftir 20 minuttir. Okkara hálaðu tó nakað inn aftur og fóru til hálvleiks aftanfyri 14-11.

Føroyska liðið kempaði væl í verjuni allan dystin og 24 mál er ikki nógv at lata inn. Stóri trupulleikin var at fáa mál, serliga í seinna hálvleiki, tá okkara bara gjørdu 7 mál. Eisini var yvirtalsspælið ikki nóg gott og ov lítið fekst burturúr. Støðan eftir 40 minuttir var 16-14, men eftir hetta kom stígur í og Sveis dróg meir og meira frá.

Á føroyska liðnum spældi Bjarta Johansen ein góðan dyst. Hon stóð væl í verjuni og trekti fleiri útvísingar og vann fleiri brotskøst í álopinum, umframt málið hon eisini skeyt. Hartil stóð Annika Fríðheim Petersen aftur ein sera góðan dyst í dag og somuleiðis hevði Margit Weihe Fríðmundsdóttir nakrar bjargingar, tá hon kom inn í seinna hálvleiki.

Komandi uppgávan hjá føroysku kvinnunum verður EM-undan-undankappingin á heimavølli 4. – 6. juni, tá Finnland og Ísrael eru mótsstøðuliðini.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Anna Brimnes 4
Marita Mortensen 2
Tóra Eliasen 2
Ásleyg Súnadóttir 2
Kristiannna Henneberg Joensen 2
Pernille Brandenborg 1
Bjarta Johansen 1

Annika Fríðheim Petersen, 50 min, 11 bjargingar
Martgit Weihe Fríðmundsdóttir, 10 min, 3 bjargingar

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni