U19-menn: Føroyar flúgvandi í finaluna

Eitt sera tendrað og nærlagt U19-landsliðið vann seg í dag í finaluna í EHF-Championship kappingini við einum frálíkum 29-22 sigri á Slovakia.

Dystarrópið rungaði í høllini áðrenn dystarbyrjan í dag. “Hvørjum kempa vit fyri? FØROYUM”. Tað var eitt týðuliga tendrað føroysk lið, sum setti seg á dystin beinanvegin. Verjan stóð sera væl og Pauli Jacobsen tók við, har hann slepti í seinasta dysti. Pauli var sum ein múrur allan dystin.

Heldur fá mál komu at byrja við og var støðan 3-1 til Føroyar eftir 5 minuttir. Slovakar høvdu ringt við at koma til góðar málmøguleikar, meðan okkara komu til góðar málmøguleikar, men brendu eisini nakað at byrja við. Okkara øktu tó so lýðandi í leypi av fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 10-5 eftir 20 minuttir. Tað vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum sum stóðu størra partinum av málunum. Slovakar royndu tó at hanga í eina løtu og var hálvleiksstøðan 15-11 til Føroyar.

Føroyska liðið slakaði ikki í seinna hálvleiki, tvørturímóti. Verjan stóð enn betri og pressaðu okkara slovakar til at taka marginalar møguleikar nærum hvørjar ferð. Hetta gav Paula Jacobsen góðar arbeiðsumstøður í málinum, og tók hann púra pippið frá slovakum. Tað vóru serliga Sveinur Olafsson, Viktor Gaini og Pauli Mittún, sum tóku tungu tøkini og stóðu sum klettar. Slovakar spældu lang álop, nærum til drál hvørja ferð. Tað gingu 8 minuttir áðrenn slovakar skoraðu í seinna hálvleiki. Føroyar vóru á odda eitt skifti við 10 málum, tá 10 minuttir restaðu og var dysturin í tryggari føroyskari legu. Nakrir av leikarunum, sum høvdu spælt nógv, vóru nú hvíldir og snúði tað seg um at koyra sigurin heim. Eitt sindur av órógv var eina løtu, har fleiri dømingar ikki gingu okkara veg og hálaðu slovakar munin niður á 5 mál. Okkara ressaðust tó aftur og koyrdu sigurin heim við 7 málum.

Dagsins leikarin fyri Føroyar var aftur málverjin, Pauli Jacobsen. Stóð Pauli væl móti Kekkia, so hevði hann enn eitt gear í dag móti Slovakia. Pauli stóð væl allan dystin og hevði eitt bjargingarprosent á gott 55%, sum er sera høgt í hondbólti.

Føroyska liðið skal nú spæla finalu móti antin Kekkia ella Hvítarusslandi, sum spæla seinnu hálvfinaluna í dag kl. 17.00. Vinnarin av finaluni sunnudagin vinnur sær eitt pláss í EM-endaspælinum, sum verður næsta summar. Finalan byrjar kl. 17.00 føroyska tíð.

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://varna2021ehf.com/
ella her.
M19 EHF Championship 2021 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
Føroyar – Slovakia
5 min. 3-1
10 min. 4-1
15 min. 8-5
20 min. 10-5
25 min. 12-9
30 min. 15-11
35 min. 17-11
40 min. 19-12
45 min. 22-15
50 min. 26-17
55 min. 27-20
60 min. 29-22

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 (2)
Hákun West av Teigum 8
Baldur Gillason 4
Janus Dam Djurhuus 2
Pauli Mittún 2
Sveinur Olafsson 2
Viktor Nørlyng Gaini 1

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni