Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Kappast verður fram til vikuskiftið 19. – 20. februar, tá stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi verður.

Skráin fyri allar deildir kann síggjast her:
Faxe Kondi-kappingin – HSF

Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir tvey leikumfør, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Undandystir hava verið um 8. plássið og vann H71 2 hesi plássini í báðum førðum. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Tað ber til at stroyma allar dystir á hsf.live.fo.
Stroyma hondbólt | HSF.live

Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum og er kappingarstuðul í steypakappingini.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni