Europeiskur hondbóltur á Hálsi

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

Komandi vikuskiftið skulu hoyvíkskvinnurnar aftur dystast í European Cup. H71 kvinnurnar spældu seg víðari til triðju rundu av European Cup eftir tveimum sannførandi sigrum móti SC Ferlach úr Eysturríki við sigrum á samanlagt 59 – 43. Hesaferð verður mótstøðuliðið DHC Slavia Praha úr Kekkia. Kvinnurnar skulu í eldin bæði leygardagin og sunnudagin í Høllini á Hálsi. Báðir dystirnir verða leiktir kl 19:00.

DHC Slavia Praha vunnu undanfarna umfar stórsigur á Holon HC úr Ísrael samanlagt heili 71 – 36. Kekkiska felagið liggur í løtuni á einum 3. plássi í WHIL. WHIL, ið stendur fyri Women Handball International League, er hondbóltsdeildin fyri tey bestu feløgini úr bæði Kekkia og Slovakia. Kvinnurnar úr Prag vunnu WHIL í 2010 og í 2011, men síðan tá er onki steyp vunnið, bæði í WHIL ella bestu deildini í Kekkia.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni