Vórðu revsaðar fyri hvørt mistak

Tað var stórur munur á liðnum hjá Føroyum og Svøríki, sum hittust í høllini á Hálsi. Svenskararnir vóru betur fyri bæði bóltsliga og kropsliga, og tað sást aftur, at hetta vóru hondbóltsspælarar, sum spæla í bestu deildunum í eitt nú Ungarn, Fraklandi, Rumenia og Danmark. 

Teir fyrstu tíggju minuttirnar sá gott út hjá Føroyum, men eftir 5-5 og svenskt time out, skrædnaði. Svensku spælararnir runnu okkara um koll. Tær gjørdu feilir og brendu opnar møguleikar. Hvørt einasta mistak, sum føroysku spælararnir gjørdu, varð revsað.

Føroysku spælararnir máttu staðfesta, eins og øll onnur, at Føroyar ikki kunnu spæla upp við bestu h0ndbóltstjóðir í A-landsliðshøpi hjá kvinnum, og at enn er nógv at arbeiða við.

Dysturin endaði við einum 15-33 tapi. Hálvleiksstøðan var 10-19.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Brimnes 4
Kristianna H. Joensen 3
Daniella Joensen 2
Agnas Olsen 1
Siw Matras Larsen 1
Tóra Eliasen 1
Bjarta O. Johansen 1
Turið A. Samuelsen
Pernille Brandenborg 1

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Ein loysn frá Sendistovuni