Niklas við í Champions League dysti

Málverjin, Niklas Simonsen, var við í hópinum hjá besta liðnum hjá Skjern, tá teir í dag spældu Champions League dyst móti Dinamo Bukarest úr Rumenia. Niklas er næsti føroyingur nakrantíð, sum hevur verið við í einum Champions League dysti í hondbólti. Jóhan á Plógv Hansen er hin.

– Eg fekk at vita, at um Bukarest fekk brotskast, so skuldi eg inn í málið, men teir fingu ikki eitt tað einasta brotskast. Fyrsti málverjin, Tibor Ivanisevic, stóð allan dystin, greiðir Niklas frá, sum kortini er ógvuliga fegin um, at hann nú nærkast einum føstum plássi í hópinum hjá besta liðnum hjá Skjern.

Skjern vann heili 39-28 á Dinamo Bukarest.

Hinir U-21 landsliðsspælararnir í útlendskum hondbólti, hava eisini verið í dysti um vikuskiftið.

Rói Berg Hansen, sum spælir við FIF, var toppskjútti við seks málum móti Fredericia, men teir taptu tó 30-27. Helgi Hoydal og Odder vunnu 30-25 á Otterup. Strikuspælarin fekk 10 minuttir á vøllinum, tvey mál og eitt brotskast. Fríði Weyhe, sum spælir við Frederikshavn, fekk eisini 10 minuttir á vøllinum móti Randers. Fríði og liðfelagarnir taptu 36-26. Jónas Djurhuus kom ikki á vøllin, tá lið hansara, Høj, tapti við tveimum málum fyri Sydhavsøerne. Jónas spældi tó við í fyrsta dystinum hjá Høj. Hann fekk tvey mál og hevði onkra fríspæling. Danska hondbóltsárið byrjaði síðsta vikuskiftið.

Peter Krogh og Nicklas Selvig, ið eisini spæla í næstbestu donsku deildini, hittust leygardagin. Nicklas og TMS Ringsted vunnu 31-27 á Peter Krogh og Skive. Nicklas fekk fimm mál, meðan Peter fekk trý mál.

Í Íslandi byrjaði hondbóltsárið eins og í Føroyum um vikuskiftið. Áki Egilsnes, sum í ár spælir við KA, vann við einum máli, 30-29, á ÍBV. Áki spældið allan dystin og skeyt seks mál. Málverjin, Vivian Petersen, sum spælir við besta liðnum hjá Selfoss, vann eisini sín fyrsta dyst í íslensku kappingini um vikuskiftið.

Venjararáðstevna við Jordi Ribera

23. juni 2026

HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera.

U20-landsdystir komandi vikuskiftið

22. juni 2026

Komandi leygar- og sunnudag, tann 27. og 28. juni, vera U20-landsdystir millum Føroyar og Ísland í Føroyum. Hin fyrri leygardagin kl. 16.00 á Hálsi og hin seinni sunnudagin kl. 17.00 á Skála. Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar og somuleiðis EM-endaspælið, sum byrjar tann 8. juli í Rumenia.

U17 EM-undankapping í Føroyum

19. juni 2026

Dagarnar 27. – 29. november 2026 verður stór U17 EM-undankapping fyri kvinnur leikt í Føroyum, har okkara fara at kappast við Ísland, Ísrael og Turkaland um tvey EM-pláss.

Ein loysn frá Sendistovuni