Dreymurin um EM24 er veruleiki

Greiða tapið fyri eysturíki er líkamikið, FØROYAR skulu til EM!!

Eysturríkar spardu onki, stillaðu við sterkastu manning og vóru eirindaleysir frá byrjan. Eysturríki vann seinasta dystin í EM-undankappingini 38-33 móti Føroyum, eftir 24-16 í hálvleikinum. Tað sum vísti seg at blíva allarmest spennandi, var løtan eftir dystin, har okkara bíðaðu eftir úrslitinum millum Ukraina og Rumenia. Ukraina skuldi vinna við 8 málum, men komu ikki nærri enn 5. FØROYAR skulu sostatt til EM. Tað er heilt ótrúliga STÓRT.

Dysturin var javnur fyrst 5 minuttirnar, men eftir hetta vóru tað eysturríkar, sum sótu á dystinum. Føroyska verjan fekk ongantíð fatur í fyrra hálvleiki og var uppgávan hjá málverjunum samstundis trupul, 24 mál ímóti eru nógv í einum hálvleiki. Í álopinum komu okkara fyri tað mesta til góðar kjansir, men vóru tað løtur, har okkara ikki vóru nóg kaldir.

Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á. Pauli Jacobsen fekk ikki fatur í tí stóra í føroyska málinum, men gjørdi Nicholas Satchwell mun tá hann kom inn eftir 10 minuttir. Í álopinum komu føroyingarnir leypandi til góðar málmøguleikar og hóast okkara brendu nakrar kjansir, so gekk vunnu okkara seinna hálvleik við trimum málum.

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (1)
Helgi Hildarson Hoydal 4
Óli Mittún 3
Leivur Mortensen 3
Rói Berg Hansen 3
Teis Horn Rasmussen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Peter Krogh 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 1 bjarging
Nicholas Satchwell 9 bjarging

Dystargongdin:
5 min: 5-3
10 min: 10-5
15 min: 13-8
20 min: 16-11
25 min: 21-12
30 min: 24-16
35 min: 28-19
40 min: 30-23
45 min: 34-26
50 min: 36-28
55 min: 37-30
60 min: 38-33

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni