Hákun West av Teigum millum heimsins bestu

Hákun West av Teigum er í uppskoti til ársins høgra vong til EHF Excellence Awards 2023.

Hann er í uppskoti saman við fleiri kendum nøvnum:
Nicklas Ekberg – SWE/THW Kiel
Blaz Janc – SLO/Barca
Hans Lindberg DEN/Füchse Berlin
Arkadiusz Moryto – POL/Kielce
Bogdan Radivojevic – SRB/Pick Szeged
Ferran Sole Sala – ESP/Paris Saint-Germain
Hákun West av Teigum – FAR/Skanderborg-Aarhus

Tað eru landsliðsleikarar, venjarar, miðlar og fjepparar, sum koma at avgerða, hvørjir leikarar eru ársins bestu. Fjepparar kunnu atkvøða ígjøgnum EHF appina “Home of Handball” frá 26. mai. Fjepparaatkvøðurnar telja 25%.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni