Spennandi U-landsliðsskrá

Kappingarárið í hondbólti er av, men eru ungdómslandsliðini nú farin undir regluligar venjingarnar fram ímóti spennandi uppgávum í summar. Venjingarnar byrjaðu Kristi Himmalferðardag og halda fram til kappingarnar í summar.

Skráin fyri summarið sær soleiðis út:

Juni
U02- og U06-menn fara til Íslands, at spæla tveir venjingardystir móti Íslandi 3. og 4. juni.
U04, U06 og U08-kvinnur spæla venjingardystir móti Íslandi 10. og 11. juni við Streymin og í Vestmanna.
U02-menn spæla HM-endaspæl í Týsklandi.

Juli
U06-menn luttaka í European Open í Svøríki 3. – 7. juli.
U04-kvinnur spæla EHF Championship 10. – 16. juli í Litava.
U04-menn spæla venjingardystir móti Íslandi í Føroyum 22. og 23. juli.

August
U04-menn spæla HM-endaspæl í Kroatia 2. – 13. august.
U06-kvinnur spæla EHF Championship í Aserbajan 5. – 13. august.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni