EM-atgongumerkjasølan gongur strúkandi

Bert 42 atgongumerki eru eftir í føroysku sektiónini til EM-endaspælið hjá manslandsliðnum í Berlin.

Verður talt saman, hava á leið 2.500 føroyingar longu tryggjað sær atgongumerki til teir tríggjr dystirnar í bólkaspælinum. Føroyingar sita higartil í sektiónunum 406, 407, 408, 201, 217, 218, 219, 220 og 104.

Um tú ynskir at keypa eitt ella fleiri av teimum 42 atgongumerkjunum, sum eru eftir av teimum, sum eru tillutaði føroyingum í gjøgnum Hondbóltssambandið, kunnu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa.

MEN’S EHF EURO 2024 (eventim.de)

Møguleiki er eisini at keypa ígjøgnum vanligu heimasíðuna og ynskir tú at sita saman við føroyingum, er t.d. møguleiki at keypa í 202 og 205, har smærri føroyskir bólkar eisini sita.
MEN’S EHF EURO 2024 (eventim.de)

Atgongumerki til dystirnar hvør sær verða til keyps frá 31. mai.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar kl. 18.00 (týsk tíð): Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar 20.30 (týsk tíð): Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar kl. 18.00 (týsk tíð) : Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni