U21-menn: Tríggir dystir í Berlin

Føroyar hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar og bíða nú tríggir dystir í Berlin, ávikavist hósdagin, leygardagin og sunnudagin.

Nú standa tríggir dystir fyri framman í Berlin, har kappast verður um plássini 1 – 8 í HM-endaspælinum. Hósdagin spæla Føroyar HM fjórðingsfinalu kl. 12.15, sannlíkt móti Serbia. Leygardagin eru hálvfinalur og krossdystir og sunnudagin finala og plaseringsdystir. Allir dystirnir eru í Max-Schmeling-Halle í Berlin.

Atgongumerki kunnu keypast á hesari heimasíðuni:
24th IHF MEN’S U21 HANDBALL WORLD CHAMPIONSHIP GERMANY & GREECE 2023! (eventim.de)

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni