Fram á mál saman við Wenzel

Hondbóltssambandið og P/F Wenzel hava gjørt nýggja sponsoravtalu og longt sponsorsamstarvið fram til 2026.  Wenzel er ein av stórstuðlunum hjá HSF og harvið ein av sjónligu stuðlunum á øllum klæðunum hjá landsliðunum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, var herfyri saman við landsliðsleikarunum Guðrið á Borg og Janu Mittún hjá P/F Wenzel á Slættanesgøtu 4 og vitjaði, har sáttmálin varð undirskrivaður saman við Rúna Djurhuus, stjóra, og Jórunn Gudmundsen, marknaðarleiðara.

– Sum stórur hondbóltsfjeppari, gamal hondbóltsspælari og fyrrverandi formaður í H71, hevur hondbóltur altíð fylt nógv hjá mær og liggur tað mær heilt natúrligt at stuðla, sigur Rúni. Tað hevur verið sera spennandi at fylgja góða arbeiðinum hjá HSF og menningini í føroyskum hondbólti. Vit hava nú verið saman á ferð, men steðga vit ikki her. Vit skulu gera tað enn betur, og gleði eg meg at fylgja við. Beint nú krossa vit allar fingrar fyri, at tað fer at gangast sum best í HM-endaspælinum hjá U21 í Týsklandi.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, krossar eisini fingrar. – Tað at Føroyar hava flutt seg stútt og støðugt fram á altjóða hondbóltspallinum seinastu árini, setur samstundis enn størri krøv til alt tað fyriskipanarliga, sum er rundan um sjálvan hondbóltin. Ítrótturin má hava tryggar karmar, og fegnast vit um tann hug og vilja fyritøkur sum Wenzel hava at standa saman um føroysku ítróttarfólkini.

Sponsoravtalan er galdandi fyri 2023, 2024 og 2025

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni