U21-menn: Fullu fyri Serbia

Serbar sløktu føroyska dreymin um HM-medaljur. Føroyska liðið rakti ikki dagin móti einum væl fyrireikaðum serbiskum liðið. Serbia vann dystin 30-27, eftir hálvleiksstøðuna 17-12 til Serbia.

Føroyar byrjaðu trilvandi og fóru fyrstu skotini ikki inn. Okkara høvdu trupult við at steðga stóru, skotfarligu serbunum. Serbar høvdu ein greiða leikætlan og vardu heilt inni í 6-0 verju, tá Føroyar ikki er tað skotsterkast liðið útifrá. Føroyska liðið tók time-out eftir 17 min. og fóru at verja 5-1. Hetta hepnaðist betri, men vóru okkara ikki nóg kaldir í hinum endanum og megnaðu okkara ikki at minka um 5 máls leiðsluna, sum serbar høvdu bygt upp. Fleiri ferðir raktu okkara stengurnar ella stóð stinni serbiski málverjin í vegin, hann stóð við 39% í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 17-12 til Serbia.

Føroyska liðið byrjaði heldur ikki væl í seinna hálvleiki og vunnu serbar fyrstu løtuna 3-0. Serbar høvdu eina greiða ætlan um, at opna fyri skotum á okkara høgra bakki, fyri síðani at mansverja okkara stinna høgra vong, Hákun West av Teigum. Tíverri gekk illa at skora á her á høgra bakki og fóru fleiri skot á stengurnar og málverjan. Føroyar skiftu málverja og kom Sasha Lacok inn og hevði nakrar bjargingar. Okkara vunnu seg nærri serbum og munurin minkaði niður í 3 mál. Í verjuni gekk betri at demma upp fyri skjúttunum hjá serbum, sum høvdu alt sítt spæl inn yvir miðjuna. Munurin var bert 2 mál, tá 10 minuttir restaðu, men tíverri brendu okkara í avgerandi løtunum og eydnaðist tað ikki at innheinta munin.

Føroyar skulu nú kappast um plássini 5-8 í HM-kappinini leygar- og sunnudagin. Næsti dystur hjá Føroyum er leygardagin kl. 9.00, føroyska tíð, móti taparanum av fjórðingsfinaluni millum Danmark og Týskland.

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 1-2
10 min. 4-6
15 min. 7-9
20 min. 9-13
25 min. 11-14
30 min. 12-17
35 min. 14-20
40 min. 16-21
45 min. 19-22
50 min. 22-24
55 min. 24-26
60 min. 30-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9(1)
Óli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Mittún 2
Hákun West av Teigum 1
Sveinur Olafsson 1


Málverjar:
Pauli Jacobsen 26%
Aleksandar Lacok 46%

Kemilux nýggjur stórstuðul hjá HSF

28. september 2023

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.