U21-menn: Kappingin um 5. – 8. pláss

Tað er nú greitt, at Føroyar møta Danmark í fyrsta dystinum um plássini 5-8 í HM-endaspælinum í Týsklandi. Dysturin verður leygardagin kl. 09.00, føroyska tíð.

Vinna Føroyar dystin móti Danmark leygardagin, skulu Føroyar spæla um 5. pláss í kappingini móti vinnaranum av dystinum millum Kroatia og Portugal. Hesin dysturin verður sunnudagin kl. 11.30. Tapa Føroyar móti Danmark, skulu okkara spæla móti taparanum av Kroatia – Portugal um 7. pláss. Hesin dysturin verður sunnudagin kl. 09.00.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni