European Cup í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið skulu bæði neistamenn og Team Klaksvík spæla European Cup dystir. Team Klaksvík spælir báðar sínar dystir á útivølli í Tuzla í Bosnia-Hersegovina, meðan Neistin spælir í Høllini á Hálsi.

Dystirnir hjá Team Klaksvík móti RK Sloboda liggja fríggjakvøldið kl. 18.30 og sunnudagin kl. 14.00.

Neistin møtir Ísraelsku Holon Yuvalim HC og verða báðir dystirnir í Høllini á Hálsi. Fyrri dysturin er leygardagin kl. 17.00 og seinni dysturin sunnudagin kl. 17.00.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni