Spennandi IHF verkstovur á skrá

Í komandi viku verður IHF Youth Coaches Education Week. Hvønn dag í tíðarskeiðnum 18. – 24. september verða gratis verkstovur, sum venda sær til ungdómsvenjarar.

Tað er gratis at luttaka og skal man bert skráseta seg. Verkstovurnar eru hvønn dag kl. 12.00 á Zoom. Tann eini fyrilesturin tekur støði í Føroyum. Tað er Mark Lausen- Marcher, ítróttastjóri í HSF, sum heldur fyrilesturin “The World´s best Talent Development Environment”.

Skeiðini eru hesi:
“Talent scouting and the Way to the National Team in Slovenia”
“Talent Discovery, Talent Sighting and Promotion in Norway”
“Long-term Athlete Development in Germany”
“Isolation Spaces for Succesful 1:1 Duels”
“The World´s best Talent Development Environment”
“Training of Freints in 1:1 Situations”
“Developing Intentions of Playing in a Large Space”
“The Spanish 5:1 Defensive System”

Les meira um tilmelding her:

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni