Føroya Tele stórstuðul fram til 2026


Føroya Tele og HSF hava longt verandi sponsorsamstarv fram til 2026. Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, var herfyri og vitjaði hjá Føroya Tele í Hoyvík, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður saman við Evu Skeel Nolsø, kundastjóra í Føroya Tele.

Føroyar Tele hevur verið stuðul hjá HSF síðani 2020, og eftir stillføru koronatíðina hevur tað verið ein fragd at síggja hondbóltin veruliga fara á flog aftur, sígur Eva Skeel Nolsø. Hetta er galdandi bæði fyri børnini, sum fylla mongu hallirnar í vetrarhálvuni, og so landsliðini sum vinna seg longur og longur fram og kappast við tey allarfremstu. Hesum vilja vit gjarna verða sjónlig saman við, og gleða vit okkum til stóra EM-brakið í januar í Berlin.

Vit eru ógvuliga fegin um, at Føroya Tele vil vera við okkum at taka næstu tøkini, sigur Jógvan Emil. Tað er ógvuliga hugaligt at arbeiða saman við okkara stuðlum nú, tá okkara landslið í størri mun sýnast í fremstu altjóða HM- og EM-sýnisgluggunum. Hetta er ein ímynd av, at standa vit saman um føroyskan hondbólt røkka vit langt.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni